Innanlands

Avgustar í Nólsoyarfirði í morgun

Talan var um 10-15 hvalir, sigur lívfrøðingur

Avgustar (Mynd: Visualhunt)

Avgustar (Mynd: Visualhunt)

2020-09-21 10:49 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fólk í Nólsoy hildu seg síggja grind í morgun, men talan vísti seg at vera um ein bólk av stórhvalum.

Bjarni Mikkelsen, lívfrøðingur sigur við Kringvarpið, at talan var um 10-15 avgustar, sum lógu í Nólsoyarfirði eina løtu, áðrenn teir fóru eystureftir.

Tað er ikki óvanligt, at avgustar savnast her á leiðum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder