Innanlands

Avgjørt listprýðing av Skúlanum á Fløtum

14 uppskot komin inn til listprýðingina

Mynd: Tórshavnar kommuna

Mynd: Tórshavnar kommuna

2018-08-29 14:44 Author image
Ari av Rana
placeholder

Listabólkurin hjá Tórshavnar kommunu gjørdi av at geva øllum listafólkum møguleika at koma við uppskoti um at listaprýða nýggja Skúlan á Fløtum. Miðað varð eftir at listprýða skúlan á høgum listarligum stigi og í góðum samspæli við byggilistina, virksemið og fólkið, sum bygningurin skal hýsa.

Listafólk skuldu boða frá luttøku innan 1. mars í ár. Síðan varð kunningarfundur hildin og avgjørt varð, at uppskotini skuldu verða listabólkinum í hendi 1. mai. Tá ið freistin var úti at lata uppskot inn at listprýða Skúlan á Fløtum vóru 14 uppskot komin inn, sum 18 persónar høvdu gjørt, skrivar Tórshavnar kommuna.

Innkomnu uppskotini vóru gjøgnumgingin og semja varð um at arbeiða víðari við uppskotunum frá Hansinu Iversen, Jón Sonna Jensen og Edwardi Fuglø. Á seinni fundi varð so samtykt at fara í samráðingar við hesi trý um at listprýða Skúlan á Fløtum. 

8. august hevði listabólkurin fund við tey trý, sum løgdu síni uppskot fyri bólkin, viðgjørdu ymsar broytingar og kostnaðarmetingar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder