Innanlands

Átta tilburðir triðja dagin á rað

Tríggir persónar at hava verið uttanlands, fýra eru smittað av kendum smittukeldum, og ein persónur er smittaður av ókendari smittukeldu. 16 fólk eru frísk aftur

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

2021-07-21 15:27 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Triðja dagin á rað eru átta tilburðir av koronu staðfestir. Tað boða myndugleikarnir frá á corona.fo.

Ein persónur fekk staðfest smittuna við komu til Føroya, og tveir eftir endurkanning dagin eftir komu. Fýra eru smittað í Føroyum av kendum smittukeldum, ein persónur er smittaður av ókendari smittukeldu.

Men síðani í gjár eru 16 fólk eisini staðfest frísk aftur, eftir at hava verið positiv við koronu, og tí fer talið á smittaðum úr 99 og niður á 91 fólk.

Nógv fólk eru eisini sloppin úr sóttarhaldi. Hetta talið er farið úr 597 og niður á 346 fólk. Ein persónur er í løtuni innlagdur í samband við koronu.

1.656 koronukanningar vórðu gjørdar í gjár.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder