Innanlands

Átta staðfest positiv í gjár – Ein staðfestur frískur

– Seks teirra eru partur av smittuketu, sum Landslæknin fylgir, og tveir hava verið uttanlands – Í løtuni eru 48 positiv, ein innlagdur og 248 eru í sóttarhaldi

Mynd: Ólavur Frederiksen

Mynd: Ólavur Frederiksen

2020-12-27 12:58 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár, 2. jóladag, fingu átta persónar staðfest covid-19 í Føroyum, vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum.

Seks teirra eru partur av smittuketu, sum Landslæknin fylgir. Tveir persónar hava verið uttanlands, har annar fekk staðfest smittuna við kanning á flogvøllinum, meðan hin persónurin fekk staðfest smittuna við kanning á sætta degi. Øll eru avbyrgd, og Landslæknin er í gongd við smittusporingina, skrivar corona.fo.

Sostatt hava nú 579 persónar fingið staðfest covid-19 í Føroyum. Av teimum eru 531 staðfestir frískir aftur, og sostatt eru 48 positiv í løtuni.

Ein er innlagdur á Sjúkrahúsiverki Føroya í sambandi við covid-19, og 248 eru í sóttarhaldi.

Í gjár vórðu 1.186 kanningar gjørdar, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Tilsamans eru nú 194.510 kanningar gjørdar í Føroyum.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder