Innanlands

Átta fráboðanir um stormskaðar

Talan hevur tó ikki verið um nakran álvarsaman skaða, sigur løgreglan

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-12-28 09:53 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjárkvøldið og í nátt hevur løgreglan fingið átta fráboðanir um stormskaðar.

Fyrsta fráboðanin kom klokkan níggju í gjárkvøldið, og tann seinasta klokkan hálgum tvey í nátt.

Fráboðanirnar eru m.a. komnar úr Havn, úr Vági, Oyrabakka og Hvannasundi.

Talan hevur tó ikki verið um nakrar álvarsamar skaðar men um smærri skaðar á hegn, takplátur, neyst og smálutir, sigur vakthavandi á politistøðini.

Illveðrið heldir fram í dag og er Strandferðslan eisini nógv ávirkað av hesum.

Les eisini: Veðrið ávirkar Strandferðsluna í morgun

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder