Innanlands

Atlantic Fair verður aftur í Klaksvík í 2026

Tað verður níggjundu ferð á rað, at stóra vinnustevnan við umleið 180 fyritøkum skal haldast í KÍ-høllini. KG-hotellið kann eisini fáa ein leiklut í mai 2026, og flestu plássini til Atlantic Fair 2026 eru bókaði

2025-08-27 11:52 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Vinnustevnan hevur 25 ár á baki, og hevur seinastu átta árini verið í Klaksvík. Soleiðis verður eisini í 2026.

Umleið 180 fyritøkur luttaka vanliga, og alt bendir á, at undirtøkan fer at verða líka góð sum undanfarin ár. Nærum øll plássini eru bókaði av føroyskum og útlendskum fyritøkum, tó eru nøkur pláss eftir.

Áki í Skemmuni, sum seinastu nógvu árini hevur staðið á odda fyri vinnustevnuni, sigur, at hann er væl nøgdur við umstøðurnar í Klaksvík.

- Umvælingin í KÍ høllini gevur meira gólvpláss, og gongst sum ætlað, so verður hotellið KG eisini latið upp í mai komandi ár. Eydnast hetta, fer hesin møguleikin at geva teimum vitjandi enn betri møguleikar til netverkan, eisini aftaná at básarnir eru lukkaðir.

Karl Johansen, borgarstjóri, fegnast eisini um, at vinnustevnan aftur verður í Klaksvík. Tað hevur nógv at siga, at vit sum kommuna stuðla undir, at lokalar fyritøkur fáa eina slíkan sýnsglugga í nærumhvørvinum. Ein tílík vinnustevna gagnar ikki bara vinnuni, sum tekur lut á stevnuni, men eisini øðrum mat- og handilsveitarum í nærumhvørvinum.

Atlantic Fair byrjar 19. mai 2026.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder