Innanlands

Atlantic Airways og Vága floghavn hava nú fingið pening úr landskassanum

Samanlagt er talan um 115 milliónir, ið eru farnar í feløgini sum partapeningur. Atlantic Airways hevur nú 104,5 milliónir krónur í partapeningini - Vága Floghavn hevur 508,5 milliónir

2020-12-30 13:40 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyri næstan fýra vikum síðani kom ein eykajáttan ígjøgnum í løgtinginum. Hon var til Atlantic Airways og Vága floghavn, ið hava havt eitt sera tungt ár orsakað av koronastøðuni.

Atlantic Airways fekk játtað 100 milliónir krónur úr landskassanum - Vága Floghavn 15 milliónir krónur.

Kringvarpið skrivar, at feløgini hava nú fingið pengarnar úr landskassanum, og at teir eru farnir í feløgini sum partapengingur. 

- Partapeningurin í Atlantic Airways er inngoldin við kursinum 10.000. Har er partapeningurin nú 104,5 milliónir krónur.

- Í Vága floghavn er kursurin 100, og har er partapeningurin nú 508,5 milliónir krónur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder