Innanlands

Atlantic Airways fer at eftirmeta støðuna við ongum tænastum umborð

Ferðafólk fáa møguliga mat og drekka aftur skjótt

Mynd: Ólavur Frederiksen

Mynd: Ólavur Frederiksen

2020-09-08 18:56 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Síðani mars hava ferðafólk hvørki fingið vátt ella turt umborð á flogførunum hjá Atlantic Airways. Hetta fyri at so lítið av sambandi sum gjørligt er við ferðafólkini fyri at minka um Covid-19 smittuvandan.

Hósdagin fer Atlantic Airways at eftirmeta spurningin, um felagið aftur skal fara at bjóða mat og drekka umborð á flogførunum.

Hetta sigur Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways, við Kringvarpið.

Í løtuni flýgur Atlantic bert til Danmarkar. Hesin túrurin tekur ikki meira enn tveir tímar og eitt korter, og tað er á rutum, ið varða longur enn hetta, at tað ferðafólk hjá ymsum flogfeløgunum nú aftur fáa mat og drekka umborð.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder