Innanlands

Ása Holm verður nýggjur borgarstjóri í Porkeris kommunu

Andreas Berg, ið gjørdist toppskorarin á kommunuvalinum, heldur fram sum varaborgarstjóri

Ása Holm verður nýggi borgarstjórin í Porkeris kommunu komandi ár (Mynd: Porkeris kommuna)

Ása Holm verður nýggi borgarstjórin í Porkeris kommunu komandi ár (Mynd: Porkeris kommuna)

2020-11-20 08:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tað verður Ása Holm, sum fer at yvirtaka borgarstjórasessin eftir Mikkjal Sørensen, sum ikki stillaði uppaftur á kommunuvalinum í ár.

Tað er greitt, eftir at nývalda bygdaráðið í Porkeris kommunu hevur skipað seg.

Fimm umboð vórðu vald inn í bygdaráðið, og Ása Holm varð næstvald við 33 atkvøðum.

Tveir listar stillaðu upp til valið í Porkeris kommunu – Listi A og Listi B. Nývaldi borgarstjórin er tann einasta, sum er vald inn á Lista B.

Andreas Berg, ið fekk flestar atkvøður á kommunuvalinum í Porkeris kommunu, varð afturvaldur til varaborgarstjóra. Hann gjørdist toppskorarin við 40 atkvøðum.

placeholder
placeholder