2026-07-24 09:34
Vágs kommuna hevur sett Ásu Bech í starv sum dagstovnaleiðara. Hon byrjar í starvinum 1. september.
Ása Bech er 40 ára gomul og útbúgvin námsfrøðingur. Hon kemur úr starvi hjá Almannaverkinum, har hon hevur starvast sum námsfrøðingur seinastu seks árini.
Áðrenn tað arbeiddi hon sum námsfrøðiligur stuðul hjá Barnaverndartænastuni og sum námsfrøðingur á dagstovnaøkinum hjá Vágs kommunu.
Umframt tað, røkir Ása Bch eisini bygdaráðssess í Porkeri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald