2026-01-05 16:34
Bjarni Kárason Petersen, tingmaður fyri Framsókn, hevur í skrivi undan jólum biðið løgtingið um farloyvi sambært tingskipanini, og um at næsti maður á listanum hjá Framsókn tekur sæti á tingi.
Sostatt verður aftur boð eftir Árna Matras Dam, ið júst varð vorðin tingmaður, men mátti lata sessin frá sær aftur, tá Bjarni K. Petersen, misti landsstýrissess sín í sambandi við at Løgmálaráðið varð niðurlagt.
Løgtingið skrivar á heimasíðuni, at Árni M. Dam er tingmaður frá 1. januar 2026 at rokna og til Bjarni K. Petersen boðar frá, at hann aftur tekur sætið.
Enn er ógreitt nær fyrsti løgtingsfundur í 2026 verður hildin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald