Mentan

Árliga jólakonsertin í Christianskirkjuni verður í kvøld

Byrjað verður kl. 20. Á skránni er andakt, góður horntónleikur, kendir jólasálmar, sangir og felagssangur.

Christianskirkjan (Savnsmynd)

Christianskirkjan (Savnsmynd)

2019-12-15 13:58 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í kvøld, sunnukvøldið 15. desember klokkan 20, verður árliga jólakonsertin í Christianskirkjuni í Klaksvík.

Umframt Klaksvíkar Hornorkestur luttaka Danny & Símun og Kirkjukórið í Christianskirkjuni.

Á skránni er góður horntónleikur, kendir jólasálmar, sangir og felagssangur. Eisini verður andakt við Marjun Lómaklett, presti.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder