Mentan

Árliga jóla- og stuðulskonsertin hjá Barnabata klokkan 20

Í Menniskjum Góður Tokki verður víst í sjónvarpinum í kvøld

2023-12-03 18:07 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í kvøld 3. des. kl. 20.00 verður árliga jóla- og stuðulskonsertin hjá Barnabata, Í Menniskjum Góður Tokki, víst í sjónvarpinum. 

Í ár er Christianskirkjan karmur um konsertina. 

Við at stuðla Í Menniskjum Góður Tokki kunnu vit hjálpa føroyskum barnafamiljum, ið liva í fátækraváða. Kunning um hvussu hetta kann gerast, fæst á skerminum, meðan konsertin er. Eisini ber til at stuðla við at fara inn á barnabati.fo og kunna seg um stuðuls møguleikarnar har, bæði sum privatpersónur og sum vinnurekandi.

Tey, ið framføra, eru: Marius Ziska við bólki, Lena Anderssen, Jens Marni Hansen,

Edith D. Jakobsen og Allan Tausen, Lot, Xperiment og Heðin Askham,

Umframt tónleikin eru eisini stuttar samrøður við umboð frá Barnabata, Reyða Kross Føroya og Marjun Lómaklett, prest. Vertur í ár er Annfinnur Heinesen

Umsóknarblaðið er tøkt á heimasíðuni hjá Barnabata www.barnabati.fo, frá  1. desember til og við 7. desember. Tey, ið ynskja vegleiðing til umsóknarblaðið, kunnu ringja til Barnabata á 610140, yrkadagar frá 10:00 til 15:00 og frá 19:00 til 21:00 í sama tíðarskeiðið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder