Innanlands

Árliga fiskikappingin í Norðoyggjum verður leygardagin

Eftir kappingina verður uppboðssøla av fiskinum. Inntøkan fer til raksturin av skúlaskipinum Dragin

2022-09-14 08:37 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Árliga fiskikappingin í Norðoyggjum, sum Skúlaskipið Dragin skipar fyri, verður nú leygardagin 17. september.

Streymurin verður góður, og sambært veðurforsøgnini verður undir 10 metrar um sekundið av útnorðingi og norði, so fortreytirnar fyri eina góða fiskikapping áttu avgjørt at verið til staðar.

Mynstring til kappingina fer fram umborð á Draganum frá klokkan kl. 7.30, við Varpabrúnni. Bátarnir skulu vera aftur at landi kl. 17. Veiðan løgd upp við NFCS.

Uppboðssøla verður sunnan fyri NFCS frá kl. 17.30 til 18.30, har høvið verður at keypa sær eitt kók av feskum fiski.  

Teir bestu bátarnir í kappingini fáa gávukekkar í vinningi, sum fyritøkurnar Christian í Grótinum og JFK Trol hava givið.

Inntøkan av sølu fyri fiskin, fer óskerd til rakstur av skúlaskipinum Dragin.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder