 
                
            Tá arbeiðsloysið av álvara fór at minka eftir fíggjarkreppuna, minkaði tað nógv skjótari hjá monnum enn hjá kvinnum, men síðstu tvey-trý árini hevur munurin verið so at siga óbroyttur – tó so, at síðani desembur 2017 er arbeiðsloysið hjá kvinnum minkað úr 2,7 niður í 1,5%, meðan tað hjá monnum er minkað hjá monnum úr 1,7 niður í 1,0%.
![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2019/03/27/gallery-thumbnail/20190225-m2-(1).png)
Arbeiðsloysi minst hjá teim yngstu og teim í miðjum aldri
Minsta arbeiðsloysið við hjá teimum í ardursbólkinum 45-54 ára gomlu við 0,9% og síðan hjá teimum yngstu 16-24 ár gomlu við 1,0%. Hægst er tað hjá teim 25-34 ára gomlu við 1,7%. Serliga stórur er munurin millum kynini júst í hesum aldursbólkinum, har tað er meira enn dupult so stórt hjá kvinnum sum hjá monnum. Ein lutfalsliga stórur partur av hesum eru skrásett sum arbeiðsleys eftir forsorgarlógini, tvs. ikki í ALS men í Almannaverkinum.
![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2019/03/27/gallery-thumbnail/20190127-m6-(1).png)
.jpg) 
                 
             
    
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald