Innanlands

Arbeitt hevur verið við niðursettari orku

Summarfrítíð hevur tarnað arbeiðið uppá Eysturoyartunilin seinastu vikuna

2018-08-06 11:25 Author image
Ari av Rana
placeholder

Seinastu vikuna hevur arbeiðið uppá Eysturoyartunnilin ikki gingið við somu rúkandi ferð sum vanligt er. Summarfrítíðin hevur havt sína ávirkan, tó hevur verið arbeitt á einari vakt.

Í alt vóru sprongdir 64 metrar í síðstu viku. Umfratm hetta var eisini sprongt fyri einum pumpubrunni. Tilsamans eru nú sprongdir 6.244 metrar av 11.250 í Eysturoyartunnlinum.

Á Hvítanesi vóru 17 metrar sprongdir av sjálvum tunlinum, umframt at arbeiðið at sprongja næsta pumpubrunnin helt á. Frá rundkoyringini móti Hvítanesi vóru sprongdir 32 metrar, meðan 165 metrar vóru sprongdir frá rundkoyringini móti Rókini.

placeholder
placeholder