Hægsti arbeiðsloysisstuðulin hækkaði mánadagin 11. mai 2026.
Orsøkin er nýggja semjan millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og arbeiðarafeløgini, sum hevur við sær, at lønin hjá fastløntum arbeiðarum hækkaði 1. mai 2026.
Hægsti arbeiðsloysisstuðul er 80 prosent av lønini hjá fastløntum arbeiðarum sambært galdandi sáttmála.
Við nýggju semjuni hækkar mánaðarlønin hjá fastløntum arbeiðarum úr 28.043,06 upp í 28.765,85 krónur.
Harvið hækkar hægsti arbeiðsloysisstuðulin úr 1.064,08 krónum upp í 1.091,51 krónur um dagin, svarandi til í meðal úr 22.434,45 upp í 23.012,75 krónur um mánaðin.
Við hesi broytingini er hægsti arbeiðsloysisstuðul hækkaður við 4.512,75 krónum – sløkum 25 prosentum – síðani mars mánaði í fjør, upplýsir Arbeiðsloysisskipanin í tíðindaskrivi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald