Innanlands

Arbeiðsloysið næstan á sama støði sum áðrenn koronakreppuna

At serliga lønarískoytisskipanin fór úr gildi fyri einari viku síðani tykist ikki at hava ávirkað arbeiðsloysið stórvegis, sigur stjórin í ALS

Mynd: Sverri Egholm

Mynd: Sverri Egholm

2020-09-07 14:42 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Arbeiðsloysið er nú við at koma niður á sama støði, sum tað var áðrenn Føroyar vórðu raktar av koronakreppuni.

Á Grækarismessu vóru 289 fólk í arbeiðsloysisskipanini, og í dag eru 307.

Orsøkin til hetta er m.a. áhaldandi eftirpsurningurin frá føroyskum arbeiðsgevarum, og at fleiri fólk eru farin at útbúgva seg, sigur Magni á Deild Olsen, stjóri í ALS.

Serliga er tað arbeiðsloysið í Suðuroynni, ið er minkað. Hetta kemur nokk av, at virksemið á fleiri stórum arbeiðsplássum í oynni er byrjað aftur ella er økt, sigur hann.

Serliga lønarískoytisskipanin, sum ALS umsat, fór úr gildi fyri einari viku síðani, men hetta tykist ikki at hava stóra ávirkan á arbeiðsloysið.

ALS hevur fingið nakrar fleiri umsóknir enn vanligt, men talan er ikki um nakað ógvusligt tal, segði stjórin í ALS í Útvarpinum á middegi.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder