Innanlands

Arbeiðsloysið 0,8 prosent í mai

120 kvinnur og 188 menn vóru raktir av arbeiðsloysi í mai

(Savnsmynd: Hagstovan)

(Savnsmynd: Hagstovan)

2026-06-25 17:26 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í mai var arbeiðsloysið í Føroyum 0,8 prosent, sum er 0,2 prosentstig minni samanborið við sama mánað í fjør, skrivar Hagstovan.

Í mai vóru 308 persónar raktir av arbeiðsloysi –  63 færri enn í mai árið fyri. Umroknað til fulltíðararbeiðsleys svarar tað til 252 persónar - 47 færri enn í mai í fjør.

120 kvinnur og 188 menn vóru raktir av arbeiðsloysi í mai. Hetta svarar til 97 fulltíðararbeiðsleysar kvinnur og 156 fulltíðar arbeiðsloysir menn.

46 av teimum, sum vóru rakt av arbeiðsloysi í mai vóru langtíðararbeiðsleys. Tað merkir, at tey høvdu verið arbeiðsleys í longur enn eitt ár.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder