Innanlands

Arbeiðið at byggja Sambýlið við Reynstún boðið út

18 búfólk fara at húsast í sambýlinum. Arbeiðið byrjar eftir ætlan í mai 2022 og skal verða liðugt í november 2023

2022-01-21 18:45 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Mánadagin verður arbeiðið at byggja sambýlið við Reynstún á Argjum, boðið út.

Vit hava bíðað leingi og eg eri sera fegin um, at arbeiðið loksins verður boðið út. Hetta er eitt stig á leiðini, at útvega bústaðir til fólk við serligum avbjóðingum, sigur Sólvit E. Nolsø, landsstýrismaður í almannamálum.

Sambýlið á Argjum er ætlað fólki við menningartarni og fjølbreki, sum hava tørv á hjálp og stuðli alt samdøgrið. 18 búfólk fara at húsast í sambýlinum.

Arbeiðið verður boðið út sum fýra stórarbeiðstøkur. Hesar fevna um ávikavis um jørð- og kloakkarbeiði, timbur-, snikkara-, betong-, lendis-, málara- múrara- og gólvarbeiði, el-arbeiði, og HVS-arbeiði.

Innbúgv verður boðið út seinni.

Arbeiðið byrjar eftir ætlan í mai 2022 og er mett at taka 18 mánaðir. Sambýlið verður sostatt eftir ætlan liðugt í november 2023.

Tað er Landsverk, sum bjóðar arbeiðið út vegna Almannamálaráðið. Lisitatiónin verður 18. februar 2022.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder