Innanlands

Arbeiða víðari við útstykkingarætlan við Innandalsvegin

Hendan komandi útstykkingin umfatar 10-11 grundstykkir á 400-500 fermetrar í Fuglafirði. Klárt verður at keypa í ár ella í fyrru helvt komandi ár - nøkur av stykkjunum eru longu umbiðin

Kommunan hevur ogna sær mestsum alt lendið til útstykkingina, og byggisamtyktin fyri økið bleiv góðkend av myndugleikinum í 2018

Kommunan hevur ogna sær mestsum alt lendið til útstykkingina, og byggisamtyktin fyri økið bleiv góðkend av myndugleikinum í 2018

2021-05-04 20:34 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Býráðið í Fuglafjarðar Kommunu hevur á almennum býráðsfundi 26. apríl tikið avgerð um at arbeiða víðari við einari útstykkingarætlan við Innandalsvegin í Fuglafirði. Hendan komandi útstykkingin umfatar eini 10-11 grundstykkir á 400-500 fermetrar.

Lendið í økinum er sera gott byggilendi, har til ber at byggja eitt-plans hús ella hús í tveimum hæddum.

Kommunan hevur ogna sær mestsum alt lendið til útstykkingina, og byggisamtyktin fyri økið bleiv góðkend av myndugleikinum í 2018.

Hendan útstykkingin er í tráð við nýggja bústaðarpolitikkin, sum kommunala umsitingin og býráðið í felag arbeiða við at fáa framt í hesari setuni.

Økið við Innandalsvegin, har hendan komandi útstykking er, liggur uppat einum sera nátturuvøkrum øki Vesturi á Horn, har útsýnið yvir Fuglafjørð er sera gott.

Tíðarætlanin, sum kommunan arbeiður við er, at grundstykkini við Innandalsvegin verða klár til borgarar at keypa í ár ella í fyrru helvt komandi ár.

Fólk, sum hava áhuga at ogna sær eitt av hesum grundstykkjunum, kunnu venda sær til kommunalu umsitingina fyri at fáa meira kunning. Kommunan hevur í eina tíð merkt ein ávísan áhuga frá borgarum um grundstykkir í økinum við Innandalsvegin, og nøkur av stykkjunum eru longu umbiðin.

Í dag búgva uml. 1580 borgarar í Fuglafjarðar Kommunu, sum umfatar bygdirnar Fuglafjørð, Kambsdal og Hellurnar. 

Fuglafjarðar Kommuna

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder