Innanlands

Arbeið við at gera fríhandilssáttmála millum Japan og Føroyar

23. og 24. august vóru fundir millum føroyskar og japanskar myndugleikar

Mynd: uvmr.fo

Mynd: uvmr.fo

2018-08-28 09:12 Author image
Ari av Rana
placeholder

23. og 24. august vóru fundir millum føroyskar og japanskar myndugleikar í sambandi við arbeiðið at gera fríhandilssáttmála millum Japan og Føroyar.

Talan er um annan fyrireikandi fundin millum partarnar. Tann fyrsti var í Tokyo í juni og nú stóð Havnin fyri tørni. Umboð fyri Uttanríkis- og vinnumálaráðið, Fíggjarmálaráðið, Taks og Hagstovuna tóku lut frá føroyskari síðu.

“Enn eru formligu samráðingarnar ikki byrjaðar, men fyrireikingarnar ganga væl og báðir partar eru samdir um, at vit eiga at bera skjótt at við at fáa ein fríhandilssáttmála millum Japan og Føroyar,” sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður við heimasíðuna hjá Uttanríkis- og vinnumálaráðnum.

Umframt fundarvirksemið, vitjaði sendinevndin eisini Bakkafrost, í Kirkjubø og sigldi undir Hest við Norðlýsinum. Eisini hitti nevndin Poul Michelsen, landsstýrismann.

Næsti fundur millum partarnar verður væntandi í Tokyo í heyst.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder