Innanlands

Aprikosur verða afturkallaðar

Hýggj er staðfest í aprikosum frá Ånglamark

2018-08-28 13:29 Author image
Oda Strøm
placeholder

Coop Danmark A/S afturkallar nú turkaðar (soft/tørrede) aprikosur, tí hýggj (mug) er staðfest á einstøkum vørum. 

Vøran er seld í Føroyum, og tí ávarar Heilsufrøðiliga starvsstovan ímóti teimum og sigur, at hon er óegnað til matna. Aprikosurnar skulu latast handlinum aftur ella beinast burtur. 

Kunning um vøruna: 

Änglamark soft/tørrede abrikoser
Nettoindhold: 200 gram
Bedst før datoer: 25.04.19, 21.05.19.
EAN: 7340011427704

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder