Vikuskiftið 14. til 16. august verður Ljósfest í Vági, og fyriskiparar boða nú frá, at Annika Hoydal kemur at framføra.
Annika Hoydal kemur við tónleikabólki sínum at framføra í Vági leygarkvøldið 15. august, skrivar Vágs kommuna.
– Annika Hoydal er framvegis ein framúrskarandi sangarinda, sum við síni sermerktu rødd og nærveru á pallinum megnar at bergtaka áskoðararnar. Gjøgnum fleiri áratíggju hevur hon givið føroyskum tónleiki óteljandi skattir, sum framvegis liva millum fólk og verða sungnir við gleði.
– Herfyri fylti Annika Hoydal 80 ár, men hon er framvegis sera virkin á føroyska mentanarpallinum. Síðani miðskeiðis í sekstiárunum hevur hon virkað sum sangari, sangskrivari og sjónleikari bæði í Føroyum og uttanlands.
Frammanundan er greitt, at rokkbólkurin Norðkraft eisini fer at framføra á Ljósfestini 15. august.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald