Mentan

Anker Mortensen í Gamla Seglhúsinum

Sunnudagin 31. oktober letur framsýningin upp í Gamla Seglhúsinum í Klaksvík – Talan er um søluframsýning, sum hongur uppi til 28. november

2021-10-25 15:23 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Sunnudagin, 31. oktober letur upp listaframsýning við Anker Mortensen í Gamla Seglhúsinum í Klaksvík.

Fernisering verður henda dagin klokkan 16, og kemur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, at røða. Umframt lættari ábit, okkurt leskandi og tónleik, verður eiisni møguligt at heilsa uppá listamannin sjálvan.

Talan er um eina søluframsýning, sum hongur uppi fram til 28. november.

Framsýningin, sum er ókeypis at vitja, er opin gerandisdagar frá klokkan 14 til 17, og sunnudagar frá klokkan 15 til 18.

Um tað ikki ber til at vitja til ásettu tíðirnar, er møguligt at ringja 217055 (Símun Gullaksen) og finna eina tíð sum hóskar.

placeholder
placeholder