Mentan

Andy Rourke úr The Smiths deyður

Basspælarin í kenda bretska indierockbólkinum andaðist eftir longri stríð við krabbamein, 59 ára gamal

Andy Rourke avmyndaður á konsert hjá The Smiths í 1984 (Mynd: Ritzau)

Andy Rourke avmyndaður á konsert hjá The Smiths í 1984 (Mynd: Ritzau)

2023-05-19 12:58 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Andy Rourke, ið er kendur fyri at hava spælt bass í heimskenda bretska bólkinum The Smiths, er deyður.

Tað upplýsir Johnny Marr, fyrrverandi gittarspælari í bólkinum á Twitter.

Rourke andaðist eftir at hava strídst við krabbamein í longri tíð. Hann gjørdist 59 ára gamal.

Marr skrivar m.a. sambært Ritzau, at Rourke var "ein vinarlig og vøkur sál" og "ein sera evnaríkur tónleikari".

Bólkurin varð stovnaður í Manchester í 1982 við Morrissey sum sangara, Johnny Marr sum gittarspælara, Mike Joyce á trummum og Andy Rourke á bass. Bólkurin varð roknaður sum mest týðandi bretski indierockbólkurin í 1980unum.

The Smiths, sum eru kend fyri løg sum "Heaven Knowns I'm Miserable Now" og "This Charming Man", fóru hvør til sítt í 1987.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder