Innanlands

Andstøðan lukrerar uppá vánaligt stev í samgonguni

- Mál sum liggja á láni og ov lítil fastleiki í førda politikkinum ger, at andstøðan fær ókeypis stig frá veljaranum, sigur Jóannes Eidesgaard í Stjórnini á FM1

Jóannes Eidesgaard, politiskur viðmerkjari (Skíggjamynd: KvF)

Jóannes Eidesgaard, politiskur viðmerkjari (Skíggjamynd: KvF)

2025-08-28 12:02 Author image
Sverri Egholm
placeholder

- Eg havi ringt við at fáa eyga á hvørji genial uppskot Fólkaflokkurin er komin við, sum ger, at opiniónin er blivin sum hon er, segði Jóannes Eidesgaard, politiskur viðmerkjari, í sendingini Stjórnin - politikkur á skák á FM1 mikudagin.

Í sendingini var veljarakanningin, sum Portalurin kunngjørdi mikudagin, millum evnini og Jóannes Eidesgaard var sannførdur um, at sjálvmálini hjá samgonguni draga andstøðuna fram.

Sí eisini: Nýggjasta veljarakanningin: Veljararnir fylkjast um stóru andstøðuflokkarnar

- Eg trúgvi at tað eru heldur sjálvmálini hjá samgonguni sum gera, at andstøðan fer stormandi fram. Tað hevur man sæð so ofta fyrr. Er stevið vánaligt, mál misneydast, mál sum liggja á láni og ov lítil fastleiki í førda politikkinum, so fær andstøðan ókeypis stig frá veljaranum, segði Jóannes Eidesgaard.

- Andstøðan lukrerar uppá manglandi fastleika og uppá nøkur illa frágingin mál, vildi Jóannes Eidesgaard vera við.

Stjórnin - politikkur á skák verður sent beinleiðis á FM1 hvønn mikudag eftir tíðindini klokkan 17. Jóannes Eidesgaard, Tórbjørn Jacobsen og Heðin Zachariasen manna panelið. Árni Gregersen er vertur.

Hoyr nýggjasta partin her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder