Andrew, fyrrverandi prinsur, sum ikki longur hevur heitið prinsur, men kallast Andrew Mountbatten-Windsor, beiggi Charles kong, er í dag handtikin av bretsku løgregluni í einum máli um embætismisnýtslu.
Tað skrivar BBC í dag.
- Eftir eina gjølliga meting hava vit nú sett eina kanning í verk av uppáhaldinum embætismisnýtslu, sigur varapolitiovastin, Oliver Wright við miðilin.
Løgreglan í Thames Valley skal hava upplýst, at maðurin er handtikin, og situr nú í varðhaldi hjá løgregluni.
Samstundis verður upplýst, at rannsøknir nú verða gjørdir á bústøðum í Berkshire og Nordfolk.
Handtøkan kemur eftir at løgreglan í Thames Valley í varnu viku upplýsti, at tey eru í gongd við at kanna ákærur um, at fyrrverandi prinsurin skal hava latið trúnaðarskjøl víðari til tann nú deyða kynsbrotsmannin, Jeffrey Epstein, skrivar Ritzau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald