Uttanlands

Anders Tegnell tekur í egnan barm

Svøríki átti at sett fleiri tiltøk í verk beinanvegin, heldur svenski stats-smittuserfrøðingurin

Anders Tegnell (Savnsmynd: EPA)

Anders Tegnell (Savnsmynd: EPA)

2020-06-04 09:40 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Svenski stats-smittuserfrøðingurin, Anders Tegnell, tekur nú í egnan barn og viðgongur, at svenska koronatilbúgvingin ikki var tann rætta.

Í eini samrøðu við Sveriges Radio sigur hann, at sviar áttu at sett fleiri tiltøk í verk, tá koronasmittan byrjaði at herja.

- Skuldu vit fingið eina líknandi smittu aftur, haldi eg, at vit skuldu gjørt okkurt, ið liggur ímillum tað vit gjørdu og tað, sum restin av heiminum hevur gjørt, sigur Anders Tegnell í samrøðuni.

Hann viðgongur, at rúm er fyri stórum batum í mátanum, sum Svøríki hevur handfarið koronafarsóttina.

Svøríki hevur staðið einsamalt í sínum máta at standa móti korona. Landið valdi at hava eitt nógv meira opið samfelag, og hetta hevur elvt til størri smittuspjaðing og nógv andlát.

Tegnell hevur undir allari farsóttini hildið fast við, at Svøríki hevur brúkt rættan framferðarhátt, men nú viðgongur hann, at ov nógv fólk hava latið lív av virussinum.

Tá Sveriges Radio spurdi hann, um nakað er gjørt fyri at avmarkað talið av deyðum, svarar Tegnell, at tað er nakað, ið hugsast má um framyvir.

Enn er hann ikki sannførdur um, hvørji tiltøk burdu verið tikin í brúk ella um Svøríki átti at sett øll tiltøk í verk samstundis ella spakuliga.

- Hini londini hava gjørt alt í senn. Svøríki er eitt av fáum londum, sum lótu samfelagið aftur spakuliga. Trupulleikin við at seta øll tiltøkini í verk samstundis er, at vit ikki vita hvørji tiltøk hava hjálpt og hvørji ikki, sigur Anders Tegnell.

Hann sigur, at møguliga fæst meira at vita um hvørji tiltøk hava virkað, nú samfeløgini spakuliga verða latin uppaftur.

Upp móti 4.500 fólk eru deyð við virusinum í Svøríki og yvir 38.500 hava fingið staðfest smittuna.

---

Fakta: Ikki er vist, at øll eru deyð av covid-19 virus.

Gjørt verður vart við, at tað ikki er vist, at tey fólk, sum eru skrásett at vera deyð orsakað av covid-19, veruliga eru deyð av hesum virus. Altjóða skipanirnar, fyri skjótt at staðfesta og dagføra talið av deyðum, eru soleiðis innrættaðar, at um ein persónur doyr, og viðkomandi er skrásettur at hava verið raktur av covid-19 í einum tíðarskeiði á 60 dagar innan deyðin varð staðfestur, verður hesin skrásettur sum eitt av offrunum fyri heimsumfatandi covid-19 umfarssóttini.

Hetta er gjørt fyri lættari at kunna heinta upplýsingar út úr verandi edv- og kt-skipanum. Sostatt má roknast við, at ein partur av teimum deyðu í uppgerðini eru deyð av orsøkum, sum einki hava við covid-19 smittuna at gera. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder