Uttanlands

Amnesty: Hetta kann verða endin á talufrælsinum

Ein ungur maður er dømdur fyri brot á umstríddu trygdarlógina í Hong Kong – Hann veitraði við einum flaggi við einum politiskum boðskapi, og er tað í stríð við mannarættindini at døma nakran fyri hetta, heldur Amnesty

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2021-07-28 17:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Dómurin, sum varð sagdur í hægstarættinum í Hong Kong týsdagin kann verða byrjanin á endanum á talufrælsinum í Hong Kong, sigur mannarættindafelagsskapurin Amnesty.

Tað var 24 ára gamli Tong Ying-kit, sum varð funnin sekur í yvirgangi og at eggja til loysing. Hann varð dømdur eftir nýggju trygdarlógini fyri Hong Kong.

Les eisini: Hong Kong: Fyrsti persónur dømdur eftir umstríddu trygdarlógini

– Dómurin markerar eina týðandi og illboðandi løtu fyri mannarættindi í Hong Kong. Dagsins avgerð undirstrikar ta álvarsamu sannroynd, at tað nú formliga er ólógligt at bera fram ávísar politiskar meiningar, sigur Yamini Mishra, stjóri fyri Amnesty International í Asia, sambært Ritzau.

Tong Ying-kit varð m.a. dømdur fyri at hava veittrað við einum flaggi við orðunum "Bjargið Hong Kong. Okkara kollvelting". Hesin boðskapurin eggjaði, sambært ákæranum, til loysing frá Kina. Amnesty heldur tað tó vera í stríð við mannarættindini at døma nakran fyri at vísa eitt flagg við einum politiskum boðskapi.

Enn er ikki greitt, nær revsingin hjá Tong Ying-kit verður kunngjørd, men sambært nýggju trygdarlógini kann hann enda við at fáa lívlanga fongsulsrevsing.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder