Amerikanska fíggjarmálaráðið fer at koma við nýggjum revsitiltøkum, sum hava til endamáls at økja trýstið á Iran, sigur amerikanski fíggjarmálaráðharrin, Scott Bessent.
Í fyrsta umfari verður dentur lagdur á bankageiran, og fríggjadagin boðaði USA frá ætlanum um revsitiltøk móti deildum hjá egyptiska bankanum Banque Misrs í Sameindu Arabisku Emiratunum, har samband við Iran varð nýtt sum grundgeving.
– Tit fara at síggja nógv fleiri slík revsitiltøk hvørja viku, sigur Bessent sambært Ritzau.
– Vit byrja við peningastovnunum, og vit siga peningastovnunum, at tað ikki er í lagi at hava iranskar pengar og hjálpa iranska stýrinum.
Í hesum døgum hittast fíggjarmálaráðharrarnar og miðbankastjórar í G20-londunum í Asheville í amerikanska statinum North Carolina, skrivar AP.
G20-bólkurin telur 19 ríkastu londini í heiminum, ES, og Afrikanska Samveldið. Talan er m.a. um lond sum USA, Frakland, Kanada, Kina og Argentina.
Á fundinum fer Bessent at gera hinum fíggjarmálaráðharrunum greitt, at londini skulu slíta fíggjarliga samstarvið við Iran, um tey ikki ynskja at verða ávirkað av revsitiltøkunum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald