Innanlands

Álvarsligt harðskapsmál í Sandoynni

Maður handtikin, men løgreglan vil onki siga í kvøld

2021-05-12 21:02 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Løgreglan hevur verið í Sandoynni í dag, og eftir øllum at døma handtikið ein mann, sum hevur víst ógvusligan atburð og verið til stóran vanda fyri onnur.

Portalurin skilir, at ein maður gjørdist so frá sær sjálvum, at hann bæði royndi at koyra fólk niður við bili og sláa ein persón umframt koma við álvarsligum hóttanum.

Vaktleiðarin á løgreglustøðini vil ikki koma við upplýsingum um málið enn.

Hann váttar, at løgreglufólk vórðu send til Sandoyar í dag í sambandi við eitt mál, sum nú verður eftirkannað.

Vaktleiðarin sigur seg ikki kunna siga meira um málið, fyrr enn hann hevur ráðført seg við ein løgfrøðing. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder