Innanlands

Altjóða Sálarheilsudagur-tiltakið er avlýst

Arbeitt verður tó við, at skipa fyri einum spennandi talgildum tiltaki, har øll fáa møguleikan at luttaka

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-08-05 16:49 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Sinnisbati: Tiltakið sum skuldi vera í Tórsgøtu á Altjóða Sálarheilsudegnum hin 10. oktober er avlýst.

Arbeitt verður tó við, at skipa fyri einum spennandi talgildum tiltaki, har øll fáa møguleikan at luttaka.

Vit hava bíðað til seinastu løtu, at vita hvussu støðan við Koronu fór at laga seg, men vit mugu tíverri ásanna, at nú farsóttin aftur ger um seg í Føroyum, so er ikki ráðiligt at savna omanfyri 500 fólkum á Altjóða Sálarheilsudegnum. Serliga tí fleiri av teimum sum luttaka á degnum, eru fakfólk á heilsu- og almannaøkinum. Hesi fólk eru júst tey, sum eru um teir borgararnir, sum vit øll skulu ansa serliga væl eftir í løtuni, ikki gerast sjúk av COVID-19.

Fyrireikingarnar til stóra tiltakið krevja nógva orku og tíð, hetta fyri at leggja so góða skrá til rættis við so spennandi og gevandi innihald, sum møguligt; men nú støðan er versnað aftur, og tikist ósikkur, finna vit tað mest ráðiligt, at avlýsa tiltakið, sum vit kenna tað, og heldur brúka orkuna uppá, at gera eitt gott og spennandi talgilt tiltak, sum øll kunnu verða ein partur av, uttan mun til smittuvanda.

Somuleiðis er stóra stuðulskonsertin, sum skuldi verið um kvøldið hin 10. oktober á Reinsarínum, avlýst. Ætlanin var at savna pening inn til fyribyrgjandi arbeiðið hjá felagnum, eitt nú dulnevndu ráðgevingina og barna- og ungdómsarbeiðið.

Vit harmast um støðuna, men vóna at vit skjótt kunnu venda aftur til vanliga virksemið hjá Sinnisbata.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder