Nevndin í Altjóða Gjaldoyragrunninum (IMF) hevur góðkent eitt lán á 8,1 milliard dollarar - 51,3 milliardir krónur - til Ukraina.
Lánið verður latið yvir fýra ár, og 1,5 milliardir dollarar - 9,5 milliardir krónur verða latnar alt fyri eitt, skrivar Ritzau.
Lánið skal hjálpa Ukraina at halda búskapinum uppi og rinda almennar útreiðslur.
Búskapurin hjá Ukraina, sum í nú fýra ár hevur verið í kríggi við Russlandi, er undir stórum trýsti.
Julija Svyrydenko, forsætisráðharri í Ukraina takkar í boðum á Telegram IMF fyri lánið.
Hon sigur, at tað, nú kríggið er farið inn í fimta árið, er umráðandi við fíggjarligum stuðli frá samstarvsfeløgum fyri at tryggja, at staturin kann virka.
Svyrydenko upplýsir, at lánið skal fíggja eitt væntað fíggjarligt hall á 136,5 milliardir dollarar - 864 milliardir krónur - komandi fýra árini.
Kristalina Georgieva, stjóri í IMF sigur, at lánið m.a. styrkir møguleikan hjá Ukraina at byggja landið uppaftur, tá kríggið er av.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald