Innanlands

Øll fingið streymin aftur

Í Hovi, Øravík og Fámjin, og í einum parti av Streymoynni, fingu tey streymin aftur klokkan 10.30, og sostatt hava øll fingið streymin aftur, sigur SEV

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-11-21 10:19 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nú boðar SEV frá, at streymurin er komin aftur um alt landið.

Tað var um klokkan níggju í morgun, at streymurin fór í meginøkinum orsakað av einum breki á linjuni millum Eiðisverkið og Skálabotn. Ein lítlan tíma seinni var streymurin tó komin aftur allastaðni uttan í einum parti av Streymoynni. Klokkan 10.30 høvdu øll tó fingið streymin aftur, sigur SEV.

Streymurin fór eisini í Suðuroy. Fyrst í Hvalba og Sandvík. Tá hesar bygdirnar høvdu fingið streymin aftur løtu seinni, fór streymurin í Hovi, Øravík og Fámjin. Har fingu tey streymin aftur klokkan 10.30

Dagførd kl. 10.42

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder