Uttanlands

Almenna samferðslan í Noregi stendur still

Jarnbreytastarvsfólk mótmæla við verkfalli

(Mynd: NRK)

(Mynd: NRK)

2019-10-10 11:51 Author image
Ingi Samuelsen

Norðmenn, sum ferðast við almennu samferðsluni, tokum, sporvagnum og bussum, mugu brynja seg við toli ella finna aðrar farleiðir í dag.

Á middegi fóru starvsfólkini á jarnbreytini í verkfall sum mótmæli móti nýggjum ES-reglum, og flest allir bussar og sporvagnar eru eisini støðgaðir.

Starvsfólkini á jarnbreytini avgjørdu at støðga øll tok við nærmastu tokstøð frá á middegi og fram til klokkan 14 í dag. Hetta er eisini galdandi fyri Flytoget millum Gardemoen og miðbýin í Oslo, skrivar nrk.no.

Eisini eru bussar og sporvagnar parkeraðir kring alt Noreg.

Talan er um eitt mótmæli at sokallaði fjórði jarnbreytapakkin hjá ES verður innførdur í Noregi, sigur formaðurin fyri fakfelagið hjá lokomotivførarunum.

Um einki hendir hava lokomotivførararnir ætlanir um at fleiri líknandi punktverkføll framyvir. Næsta verkfallið verður eftir ætlan millum klokkan 14 og 16 hósdagin 31. oktober. 

placeholder
placeholder