Innanlands

Almenn stuðulsrenning í miðbýnum í Havn verður leygardagin

RAG-stuðulsrenningin (Race and Give) verður fyriskipað í sambandi við TeenStreet

2021-08-02 12:06 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Um vikuskiftið verður stóra almenna stuðulsrenningin RAG (Race and Give) í miðbýnum í Havn.

Talan er um eitt tiltak, sum verður fyriskipað í sambandi við TeenStreet, sum í ár m.a. er á Argjum.

Á RAG-stuðulsrenningini verður runnið, gingið og trillað fyri at stuðla einum góðum endamáli. Rennarar eru vælkomnir at vera í festligum klæðum, ella klæða seg út, og ymiskt landafløgg eru eisini vælkomin, skriva fyriskiparar í tíðindaskrivi.

Tiltakið verður nú leygardagin 7. august frá klokkan 14 til 16. Hitað verður upp klokkan 13.45, og Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, setur tiltakið klokkan 13.55.

Rutan er frá trappuni í Vágsbotni og út á Reyn, niðan eftir Áarvegnum, eftir Vaglinum og oman eftir Sverrisgøtu og Tórsgøtu. Teinurin er ein km.

[object Object]

Umframt renningina, verður ymiskt á skránni, og vóna fyrireikararnir, at nógv leita sær oman í býin at renna, ganga, ella hyggja og heppa. Við trappuna í Vágsbotni verður stórur pallur settur upp, altjóða lovsangsorkestrið á Teenstreet spælir, og VSJ verður DJ og diskar upp við UPBEAT tónleiki. Frásøgumaður heppar á rennararnar, skriva fyriskiparar.

Á Ebenezer-trappuni verður eisini tónleikur at hoyra, so rennararnir fáa nógvan góðan og lættan tónleik á leiðini.

Fyri áskoðararnar verður andlitsmáling til børnini, og møguleiki verður at keypa eina pylsu. Eisini verður vatnkríggj, har áskoðarar kunnu hava vatnpistólir og sproyta eftir rennarunum.

Umframt tey 300 frá TeenStreet-leguni, kunnu onnur eisini renna. Rennifeløgini Bragdið og Hvirlan eru boðin at renna við, og onnur rennifeløg eru eisini meira enn vælkomin at renna við, siga fyriskiparar. Nevnt verður eitt nú, at onkur rennari ætlar at renna hálvt marathon uppá tveir tímar, so brúk er fyri øllum kreftum at heppa.

Luttakararnir á TeenStreet-leguni finna stuðlar, sum kunnu tekna seg at stuðla – annaðhvørt, við at flyta eina fasta upphædd ella eina upphædd fyri hvørja rundu, ið runnin verður. Ein runda er uml. ein km long, og onnur, sum ynskja at stuðla, kunnu gera tað við flyta pengar á eitt kontomummar, sum verður upplýst á stóra pallinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder