Innanlands

Álit um føroyskt heiðurstekin handað løgmanni

Ein føroysk tignarmerkjaskipan gevur landinum møguleikan at heiðra føroyingar og útlendingar, sum gera nakað serstakt fyri Føroyar

2026-04-27 17:05 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Á flaggdegnum 25. apríl 2026 fekk løgmaður handað álit frá nevndini, sum hevur havt til uppgávu at gera uppskot um eina skipan við føroyskum heiðurstekni.

Í 2022 heitti løgtingið á landsstýrið at fyrireika lógargrundarlag fyri føroyskum heiðurstekni. Heiðurstekinið skuldi latast persónum fyri merkisvert arbeiði ella gerning til frama fyri Føroyar.

Í november 2023 setti løgmaður eina fakliga breitt samansetta nevnd at gera eitt samlað uppskot til eina føroyska skipan, sum kundi heiðra persónar fyri serlig avrik til gagns fyri land og fólk.

Í nevndini hava sitið:

· Sólja í Ólavsstovu, forkvinna og fyrrverandi Løgtingsins umboðsmaður

· Jóan Pauli Joensen, professari og fyrrverandi rektari á Fróðskaparsetri Føroya

· Dan M. Knudsen, fyrrverandi ríkisumboðsmaður

· Urd Johannesen, mentanarsamskipari í Runavíkar kommunu

· Durita Lamhauge Jóansdóttir, skrivari

Nevndin hevur gjørt eitt samlað álit, sum nú er latið løgmanni til politiska viðgerð og málið fer nú í eina politiska tilgongd.

- Hetta er eitt týdningarmikið arbeiði. Ein føroysk tignarmerkjaskipan gevur landinum møguleikan at heiðra føroyingar og útlendingar, sum gera nakað serstakt fyri Føroyar. Nú fari eg at seta meg nærri inn í tilmælini í álitinum og taka støðu til, hvussu málið skal førast víðari politiskt og leggjast fram fyri Løgtingið, Beinir Johannesen, løgmaður.

Les alt álitið her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder