Nú kunnu fólk í aldrinum 45-54 ár, sum eru í vandabólki, eisini bóka tíð til koppseting, og í morgin kunnu øll, sum eru 45 ár og eldri, bóka tíð á corona.fo, boðar Sjúkrahúsverkið frá í tíðindaskrivi.
Persónar í vandabólki hava framíhjárætt at bóka tíð til koppseting. Reglan er, at fyrsta dagin latið verður upp fyri at bóka tíð til koppseting í tí einstaka aldursbólkinum, fáa tey í serligum vandabólkum framíhjárætt at bóka sær tíð - tað kunnu vera fólk við krabbasjúku, sjúku í nervalagnum, lungasjúku, hjartasjúku, diabetes, og so framvegis. Eftir tann dagin kunnu øll, sum hoyra til aldursbólkin, bíleggja sær tíð á jøvnum føti.
Yvirlit yvir vandabólkar sæst her.
Í dag kemur sending við fleiri enn 6.500 skamtum av koppingarevninum hjá Pfizer/BioNTech, og væntandi kemur sama nøgd aftur um tvær vikur, skrivar Sjúkrahúsverkið. Hetta er tó ikki endaliga váttað.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald