Innanlands

Akstovan latið løgregluni 799 mál

799 mál um eftirstøður í veg- og umhvørvisgjaldi fyrra hálvár 2026 eru latin løgregluni. Løgreglan hevur fingið boð um at taka nummarspjøldrini

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2026-04-15 11:18 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Akstovan læt í gjár politistøðunum kring landið 799 mál um eftirstøður í veg- og umhvørvisgjaldi, til at taka nummarspjøldrini av akførum, sum enn ikki hava goldið veg- og umhvørvisgjald fyri fyrra hálvár 2026.

Kann eigarin av akfarinum ikki vísa kvittan fyri at veg- og umhvørvisgjaldið er goldið tekur politiið nummarspjøldrini av akfarinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder