Innanlands

Aksel V. Johannesen: Jenis av Rana koyrir solo

Jenis av Rana hevur aftur verið á fundi við danska verjumálaráðharran, har m.a. radarin á Sornfelli varð umrøddur, og landsstýrismaðurin hevur ikki ráðført seg við Uttanlandsnevndina – Aksel V. Johannesen hevur tí sett honum ein fyrispurning um málið

2021-01-24 10:47 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Stýrisskipanarlógin staðfestir púra greitt, at landsstýrismaðurin við uttanríkismálum skal ráðføra seg við Uttanlandsnevndina hjá Løgtinginum í sambandi við mál av stórum týdningi. Danir ætla at seta ein radara upp í Føroyum, men Uttanlandsnevndin hoyrir einki frá landsstýrismanninum, sigur Aksel V. Johannesen, sum hevur tikið sæti í Uttanlandsnevndina eftir Heðin Mortensen.

Aftur hesa vikuna hevur Jenis av Rana fundast við danska verjumálaráðharran um møguliga uppseting av einum hernaðarligum radara í Føroyum. Hetta er ikki fyrstu ferð. Seinasta árið hava Jenis av Rana og danski ráðharrin, Trine Bramsen, samskift um ein hernaðarligan radara í Føroyum. Sambært Trine Bramsen hevur hon havt “både telefonisk og fysiske møder” við Jenis av Rana.

Hetta snýr seg um eitt stórmál. Og sambært stýrisskipanarlógini skal landsstýrismaðurin ráðføra seg við Uttanlandsnevndina ”í sambandi við samráðingar við ríkismyndugleikarnar av stórum týdningi fyri viðurskiftini Føroya og Danmarkar millum”.

Men Jenis av Rana hevur ikki ráðført seg við Uttanlandsnevndina, sigur Aksel V. Johannesen í tíðindaskrivi frá Javnaðarflokkinum. Hann hevur ikki so mikið sum kunnað hesa nevnd um, hvat hann hevur fingið at vita, ella hvat hann hevur sagt á fundunum við danska ráðharran.

Tí hevur Aksel V. Johannesen sett landsstýrismannum ein §52 fyrispurning um málið.

placeholder
placeholder