Ákæruvaldið hevur slept ákæruni móti einum sýslumanni og grindaformonnum í Hvannasundi. Tað hava teir nú áður ákærdu fingið boð um, sigur Grindafelagið í fráboðan.
Løgtingið samtykti í síðstu viku at veiða og fiskiveiða ikki eru fevnd av djóravælferðarlógini, og hetta kom í gildi fríggjadagin 29. mai. Í síðstu hevði ákæruvaldið onga viðmerking, men nú er altso greitt, at ákæran verður slept.
- Eitt tógvi stríð og miðvíst arbeiði er sostatt komi at enda og fegnast felagið nú um, at man aftur kann fara í grind og ikki vera bangin fyri, at vera meldaður eftur djóravælferðarlógini og at allar ákærur eru sleptar, sigur Ragnar Jacobsen, formaður í Grindamannafelanum.
Tað var á sumri 2025, at útlendskur umhvørvisfelagsskapur meldaði grindaformenninar til løgregluna. Ein grind varð funnin á Norðoyastevnu og tað var ikki nokk av fólki av landi at drepa grindina. Tí varð bíðað til kappróðurin var av, og síðani var grindin hildin til.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald