Innanlands

Ákæra reist í Bakkafrostmálinum

Talan er um tvey brot á flutningskunngerðina – samstundis hevur løgreglan slept fleiri øðrum skuldsetingum, eitt nú um brot á lúsakunngerðina við kravi um bót á fleiri tíggjutals milliónir krónur

(Savnsmynd: Bakkafrost)

(Savnsmynd: Bakkafrost)

2026-04-20 14:46 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Føroya Politi hevur nú viðgjørt fráboðanirnar frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni um Bakkafrost. Málið hevur verið viðgjørt í samstarvi við Statsadvokatin í Keypmannahavn.

Fráboðanirnar frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni fevndu um fleiri ymisk brot á ymisk regluverk og serlóggávur. Talan hevur verið um rúgvusmikið tilfar at gjøgnumganga og meta um bæði frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni og frá Bakkafrost. 

Tvær ákærur reistar

Avgerð er tikin um at reisa ákæru í tveimum førum, hóast talan upprunaliga var um eitt mál, ið fevndi um fleiri skuldsetingar. Ákærurnar snúgva seg um brot á flutningskunngerðina, og ákærurit er sent Føroya Rætti, sum ásetur rættarfund í málinum.

Hinar skuldsetingarnar, sum m.a. vóru um brot á lúsakunngerðina í sambandi við lúsateljingar, eru sleptar, skrivar løgreglan. Sum skilst, var talan um, at Bakkafrost skuldi fáa eina bót upp á fleiri tíggjutals milliónir krónur.

Í summum førum eru skuldsetingarnar sleptar, tí fyrningarfreistin var farin, og í øðrum førum tí tað varð mett, at prógvbyrðan ikki kundi lyftast. skrivar løgreglan í tíðindaskrivi. 

Tað var í desember í 2021, at tað kom fram, at Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevði meldað Bakkafrost fyri eitt fleiri brot, og talan var um møguliga at krevja eina bót á yvir 60 milliónir krónur.

Í tíðindaskrivinum frá løgregluni viðgongur Føroya Politi, at viðgerðartíðin ikki hevur verið nøktandi.

- Hóast tað kunnu vera fleiri góðar orsøkir til, at málsviðgerðin av einum máli dregur út, eiga bæði politi og ákæruvald at tryggja, at viðgerðartíðin verður so stutt sum gjørligt.  Hetta stremba vit sjálvandi eftir hjá Føroya Politi, og tað fara vit eisini at gera framyvir, verður sagt í skrivinum.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder