Innanlands

Áhugi fyri at fáa sær CPR-nummar

1.232 fólk í Føroyum hava nýtt møguleikan til tess í 2021, skrivar Kringvarpið. Føroyingar kunnu nú fáa danskt CPR-nummar frá Ríkisumboðnum, eins og danskt NemID

2021-07-30 14:56 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Á nýggjárinum kom ein nýggj lóg í gildi, ið gevur føroyingum, búsitandi í Føroyum, rættin at fáa sær CPR-nummar, hóast bústaðurin ikki er í Danmark. Hetta skal tryggja føroyingum eina lættari tilgongd til tænastur í Danmark - millum annað á sjúkraøkinum - og eina skjótari tillaging um ein flytur til Danmarkar. 

1.232 føroyingar hava nýtt møguleikan at fáa sær CPR-nummar undir nýggju lógini -  frá Ríkisumboðnum. Hetta skrivar kvf.fo

Tey sum hava CPR-nummar, kunnu eisini fáa útflýggjað danskt NemID frá Ríkisumboðnum, og tað høvdu 1830 gjørt sambært tølunum frá 25.juli, sambært Kringvarpinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder