Innanlands

Afturkalling av vistfrøðiligum aioli

Vistfrøðiligt aioli frá Svansø verður nú afturkallað, eftir at hýggj er staðfest í vøruni

2021-05-08 15:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Scandic Food A/S afturkallar nú eitt slag av aioli, av tí at vandi er fyri, at hýggj kann vera í vøruni.

Er hýggj í, er vøran ikki egnað sum mannaføði. Borgarar eiga tí at lata vøruna inn aftur í handilin, har hon er keypt, ella at beina hana burtur, skrivar Heilsufrøðiliga starvstovan

Vøran, sum er seld í føroyskum handlum, er:

Svansø Økologisk Aioli
Nettovekt: 175 g
Best fyri: 19/12-2021
Lotnummur: L1 + L2
EAN-strikukota 5701116015043

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder