Innanlands

Afturkalling av Pizzakit við tomatsós

Vandi er fyri at metalstykkir kunnu vera í tomatsósini

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-07-30 11:55 Author image
Niels Pauli Danielsen
placeholder

Coop Danmark afturkallar Wewalka Pizza Kit Classic + Tomato Sause. Tað boðar Heilsufrøðiliga Starvsstovan frá. Orsøkin til afturkallingina er, at vandi er fyri at metalstykkir kunnu vera í tomatsósini.

Nettovektin á vøruni er 600 gram. EAN strikukotan er 9001536015187 og hon er merkt at vera best áðrenn; 25.07.20, 01.08.20, 08.08.20, 11.08.20, 15.08.20.

Vøran er seld í FK Handlunum í Føroyum.

Tey sum hava keypt vøruna vera biðin um, at lata hann inn aftur ella beina hana burtur

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder