Innanlands

Afturkalling av cashewnøtasmøri hjá Irma

Av misgáum er mandlusmør latið í nøkur av gløsunum, har cashewnøtasmør skuldi verið – Mandlur er eitt allergen, sum ikki eru merktar á gløsunum, og verður vøran tí afturkallað

(Mynd: PR)

(Mynd: PR)

2021-06-05 14:01 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Coop Danmark afturkallar nú eitt partí av cashewnøtasmøri, eftir at Coop hevur funnið útav, at tað av misgáum er latið mandlusmør í nøkur av gløsunum, har cashewnøtasmør skuldi verið í.

Mandlur eru eitt allergen, og kunnu tær verða vandamiklar fyri borgarar, sum hava ovurviðkvæmi fyri mandlum. Mandlur eru ikki merktar á gløsunum.

Vøran er seld í føroyskum handlum, og Heilsufrøðiliga Starvsstovan mælir borgarum til at lata vøruna aftur, haðani hon er keypt ,ella at beina hana burtur.

Talan er um hesa vøru:

Irmas Økologiske Cashewnøddesmør
Vekt: 170 g
EAN-strikukota 5 71847441550

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder