Innanlands

Afturkalla spidskommen og turkað estragon

Ov høgt innihald av pyrrolizidinalkaloidir er í vøruni, og illgruni er um, at tær kunnu geva skaðar á livrina og elva til krabba, sigur Heilsufrøðiliga starvsstovan

2020-12-25 10:05 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fyritøkan Midsona Danmark A/S afturkallar nú nøkur partí av spidskommen og turkað estragon. Orsøkin er, at tað er ávíst ov høgt innihald av pyrrolizidinalkaloidir í vøruni.

Illgruni er um, at vørur við ov høgum innihaldi av pyrrolizdinalkaloid kunnu geva skaðar á livrina og elva til krabba, skrivar Heilsufrøðiliga starvsstovan.

Vøran er seld í føroyskum handlum, og tí verður mælt til, at fólk, sum liggja inni við hesari vøru lata hana inn aftur har, hon er keypt ella beina hana burtur.

[object Object]

Talan er um hesar vørur:

Urtekram Spidskommen knust
Nettovekt: 30 g
Best fyri: 05-05-2022, 04-06-2022, 08-07-2022 og 25-08-2022
EAN-strikukota 5765228786383

Urtekram Spidskommen knust
Nettovekt: 50 g
Best fyri: 23.06.2022
EAN-strikukota: 5765228786406

Urtekram spidskommen knust limited edition
Nettovekt 50 g
Best fyri: 18.05.2022
EAN-strikukota: 5765228786406

Urtekram estragon
Nettovekt 7 g
Best fyri: 25.08.2022 og 08.09.2022
EAN-strikukoda: 5765228719183

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder