Innanlands

Aftur stórur heiður til Kopp & Kannu

Koppur & kanna sum er partur av handlinum hjá Ide Møblum er kosin besti búnýtishandilin í danska kongaríkinum

Toymið hjá Koppi & Kannu í Føroyum (Mynd: Ide Møblar)

Toymið hjá Koppi & Kannu í Føroyum (Mynd: Ide Møblar)

2020-09-08 12:48 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Nú hevur Koppur & Kanna, sum er partur av handlinum hjá Idé Møblum á Hálsi vunnið enn ein heiður. Handilin er kosin ársins búnýtishandil í danska kongaríkinum.

Ímillum allar Kop & Kande handlarnar, var tað handilin í Tórshavn, sum hevði tað, sum skuldi til, fyri at vinna hendan heiður.

Fyri 6 árum síðan bleiv Koppur & Kanna ein partur av handlinum hjá Idé Møblum í Tórshavn, og hevur handilin øll hesi árini verið ein ímynd av góðsku og góðari tænastu. Seks ferðir á rað hevur Idé Møblar vunnið heiðurin sum Ársins Handil, valdur av viðskiftafólkunum, og tvær ferðir á rað hevur Koppur & Kanna vunnið Kop & Kande Leauge, sum er ein innanhýsis kapping ímillum allar 100 Kop & Kande handlarnar í Danmark, Grønnlandi, Íslandi og Føroyum. At náa slík mál er ikki ein løtt uppgáva, men tað er hegni og ágrýtni, sum kann fáa slíkt at eydnast.

Elsebeth og Birgir Andreasen, sum eiga og reka handilin, siga, at kravið til hendan heiður er ikki nakað, sum kemur av sær sjálvum. Tað verður allatíðina stremba eftir at gera tingini betur, og hetta kann bert gerast saman við teimum fantastisku starvsfólkunum, sum so ótroyttandi bjóða eina tænastu, sum er í hásæti, og so sjálvandi tey sera týdningarmiklu viðskiftafólkini, sum so trúføst vitja handilin.

Gleðin er sjálvandi stór at vinna slíkan heiður, tí hetta vísir eisini, at vit í Føroyum eru sera dugnalig til handilsskap og skapa gott umdømi fyri Føroyar í Danmark og aðrastaðni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder