Innanlands

Aftur galið hjá Kvøldskúlanum

Tilmeldingin enn einaferð útsett. Hesaferð riggaði ikki at rinda við Visa Dankorti

(Mynd: Torshavn.fo)

(Mynd: Torshavn.fo)

2020-09-21 19:45 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað var í kvøld klokkan 18, at tilmeldingin hjá Tórshavnar Kvøldskúla skuldi lata upp aftur, eftir at hava verið avlýst í fyrsta umfari eftir tekniskan trupulleika.

Men í kvøld riggaði enn einaferð ikki. Tað riggar ikki at rinda við Visa Dankort, tá í kagin Google Chrome verður brúktur. Heldur ikki ber til at rinda við Visa Dankort á ávísum fartelefonum og ipaddum.

- Fyri at øll skulu hava sama møguleika, verður tilmeldingin útsett í fyrstu atløgu til mikudagin klokkan 18, sigur kvøldskúin í fráboðan.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder